Kanna í Sandoynni í dag

Kanna í Sandoynni í dag
Í dag ber aftur til hjá fólkum í Sandoy at verða kannað fyri koronu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / Savnsmynd  
 
19.11.2021 - 08:38

Sjúkrahúsverkið sigur, at millum kl. 11 og 11.30 verður kannað fyri koronu á læknamiðstøðini á Sandi.

Í gjár sendu borgarstjórarnir í kommununum í Sandoy annars áheitan til landstýrismannin í heilsumálum um at skipa so fyri, at møguleiki aftur verður fyri at kanna seg fyri koronu.

Borgarstjórarnir søgdu seg hava frætt, at tað ikki longur er møguligt at verða kannaður uttan so, at eyðkenni ella illgruni var um smittu, og ta avgerðina vildu teir ikki lata standa ósvaraða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541