Fáa ikki kvotu fyrr enn virkið er klárt

Fáa ikki kvotu fyrr enn virkið er klárt
Fiskimálaráðið vil hava fleiri upplýsingar um verkætlanina hjá felagnum, sum eigur línuskipið Sandshavið
Sandshavið er ikki egnað til uppsjóvarveiði, men ætlanin er at fáa onnur uppsjóvarskip at fiska kvotuna.
 
24.11.2021 - 13:19

Smápartafelagið 31.01.2011, tað er felagið, sum eigur línuskipið Sandshavið, hevur framvegis ikki fingið tillutað kvotur av makreli og norðhavssild.

Fiskimálaráðið hevur biðið felagið um fleiri og neyvari upplýsingar um verkætlanina.

Felagið fekk ikki ta nøgd og øll tey fiskasløg, sum søkt varð um.

Sandshavið fekk tillutað 500 tons av makreli og 500 tons av norðhavssild.

Tað var minni, enn felagið bað um.

Av somu orsøk er verkætlanin skerd munandi og broytt samanborið við upprunaligu verkætlanina.

Kringvarpið hevur fingið innlit í brævasamskifti millum Fiskimálaráðið og teir, sum eiga Sandshavið.

Partar av samskiftinum eru strikaðir út, tí innlit verður sum útgangsstøði ikki latið í upplýsingar um samstarvspartar, kundaviðurskifti og fíggjarviðurskifti.

Ætla at fiska alt í ár

Nøkur ivamál eru framvegis.

Í fyrsta lagi hava Eyðvarur Petersen og Kristian Martin Petersen, sum varða av verkætlanini, spurt Fiskimálaráðið, um tað ber til at fiska kvoturnar fyri bæði 2020 og 2021 í ár.

Tøki peningurin skal brúkast til at keypa feska rávøru fyri næsta ár, tá fiskurin hevur bestu góðskuna.

Fiskimálaráðið heldur ikki heimild vera fyri tí.

Í øðrum lagi vil Fiskimálaráðið hava eina meira útgreinaða ætlan fyri framleiðsluna á góðskingarvirkinum á Sandi.

Tað er m.a., hvussu produktmiksið verður, og hvussu ætlanin er at framleiða vørurnar.

Leiga virkisbygning á Sandi

Smápartafelagið 31.01.2011 hevur leigað virkisbygningin úti á Støð á Sandi frá Sands kommunu.

Sands kommuna keypti bygningin frá Óla og Ann-Dorith Nattestad fyri eina krónu, umframt eitt lyfti um at strika falna leiguskuld.

Men løggildingin er framvegis ikki komin. Hon væntast í februar næsta ár.

Strong krøv eru um løggilding av hølum, ið skulu brúkast til matvøruframleiðslu.Ein matvøruverkfrøðingur fyrireikar nú umsóknina, sum skal sendast Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Felagið sigur seg ikki hava kunnað fyrireikað verkætlanina í smálutir fyrr enn tað var greitt, um umsóknin um kvotur varð játtað.

Sum heild eru ivamálini framvegis so stór, at Fiskimálaráðið kann ikki játta kvotur, sum støðan er nú.

16. november skrivar Fiskimálaráðið soleiðis í brævi, sent smápartafelagnum 31.01.2011:

"Fiskimálaráðið kann ikki geva nakra endaliga tilsøgn, fyrr enn virkið er klárt og góðkent til ætlaðu framleiðsluna, aliir ivaspurningar eru svaraðir til lítar, og annars øll viðurskifti eru komin upp á pláss."

Onnur skulu fiska

Sandshavið er línuskip, sum ikki er egnað til pelagiskan fiskiskap.

Í umsóknini verður tilskilað, at eitt av verandi uppsjóvarskipum skal fiska kvotuna, sum Sandshavið hevur fingið tilsøgn um.

Tavan í Leirvík og Vestmanna Fiskivirki, sum eisini fingu part av kvotuni, hava fingið endaliga játtan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887