Kanna arbeiðsfjøldina í Føroyum

Kanna arbeiðsfjøldina í Føroyum
Vinnutíttleikin í Føroyum í fjør var tann størsti í Evropa
Nú verður kannað, um føroyska arbeiðsfjøldin framvegis er tann størsta í Evropa.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.11.2021 - 08:41

Í hesari vikuni verður kannað, um føroyska arbeiðsfjøldin eisini í ár er tann størsta í Evropa, upplýsir Hagstovan.

Í fjør vóru 31.793 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini, 84,3 prosent teirra millum 15 og 74, sum búðu í Føroyum.

Vinnutíttleikin í Føroyum var tann størsti í Evropa, Ísland var nummar tvey.

Hetta var í 2020. Nú verður kannað, um hetta eisini er so í 2021.

Hagtølini eru gjørd sambært ásetingum hjá altjóða arbeiðsstovninum ILO hjá ST. 

Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442