SSL: Nógvar avlýsingar í dag

SSL: Nógvar avlýsingar í dag
Flestu strandfaraskipini sigla bara ein part av degnum
Smyril kom úr Suðuroy í morgun. Hann fer suðuraftur klokkan 11, og siglir ikki meira í dag.
 
24.11.2021 - 08:26

Sum líður á fyrrapartin er illveður í væntu, og tí hevur Strandferðslan boðað frá fleiri avlýsingum og broytingum í dag.

Ternan siglir fyrrapartin, men seinasti túrurin verður av Havnini kl. 12.30 og úr Nólsoy kl. 13.

Hasfjord siglir ikki um Skopunarfjørð í dag.

Ritan siglir úr Hvannasundi kl. 8.45, og siglir ikki meir í dag.

Sam siglir bert ein part av degnum millum Klaksvík og Syðradal, seinasti túrurin í dag verður úr Klaksvík kl. 15.30.

Smyril fór úr Suðuroy klokkan 6, og hann fer av aftur Havnini kl. 11, og siglir ikki meir í dag.

Líkt er til at Teistin fer at sigla sum vanligt í dag.

Flestu bussleiðirnar koyra bert fyrrapartin, og ferðaætlanin hjá teimum sæst her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329