USA: Vælferðarpakki fyri 579 mia. dollarar samtyktur

USA: Vælferðarpakki fyri 579 mia. dollarar samtyktur
Republikanarar bæði í umboðsmannatinginum og senatinum tóku undir við demokratunum, samstundis sum demokratar vóru ímóti
Joe Biden, forseti, hevur fingið stóra vælferðarpakkan samtyktan, bæði í senatinum og umboðsmannatinginum.
 
24.11.2021 - 09:14

Stóri íløgupakkin hjá Joe Biden, forseta, er samtyktur í umboðsmannatinginum.

Tað hendi, eftir at nøkur úr republikanska flokkinum valdu at stuðla demokratunum, samstundis sum demokratar valdu at atkvøða ímóti.

Uppskotini vórðu samtykt við 228 atkvøðum fyri og 206 ímóti.

Uppskotið varð samtykt í senatinum 10. august, eisini við undirtøku frá republikanarunum. Tá vóru 69 atkvøður fyri og 30 ímóti, skrivar NTB.

Í pakkanum eru 579 milliardir dollarar, sum skulu nýtast til vegir, brýr og almenna flutningskervið næstu fimm árini.

Ábøtur í sínum valdømi

Republikanararnir hava atkvøtt fyri, tí ætlanir hava verið um ábøtur í sínum valdømi. Fleiri halda ætlanina vera alt ov dýra, og hava tí atkvøtt ímóti.

Ætlanin var, at uppskotið um pengar til vælferð og veðurlagsbroytingar skuldi samtykkjast um somu tíð, men tað var av ongum, tí fleiri vilja hava greiðari ábendingar um, hvat samlaða ætlanin fer at kosta.

- Og tað mugu vit boyggja okkum fyri, sigur Nancy Pelosi, sum er leiðari í umboðsmannatinginum. Hon sigur seg vóna, at tann ætlanin verður samtykt seinni í mánaðinum.

Joe Biden, forseti, hevur ætlanir um, at feløg og tey ríku skulu rinda fyri vælferðarpakkan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373