Nýtt koronufrábrigdi fær ES at steðga flogferðslu úr Afrika

Nýtt koronufrábrigdi fær ES at steðga flogferðslu úr Afrika
Fólk úr ávísum londum í Afrika sleppa ikki til Italia og Týsklands. Ísrael sigur, at har nærkast ein neyðstøða
Nýggja koronufrábrigdið, sum er staðfest í Afrika, smittar sera illa.
 
26.11.2021 - 12:03

Týskland og Italia seta nú tiltøk í verk móti ferðandi úr syðra parti av Afrika.

Ferðandi, sum seinastu 14 dagnar hava verið í Suðurafrika, Lesotho, Botswana, Zimbabwi, Mosambik, Namibia og Eswatini, sum fyrr æt Swasiland, sleppa ikki inn í Italia og Týskland, skrivar Reuters.

Orsøkin er nýggja og sera smittandi koronufrábrigdið, sum er staðfest í fleiri av hesum londunum.

Sambært týsku heimasíðuni, Focus, koma herðingarnar í gildi í morgin.

- Hetta merkir, at flogfeløg bert kunnu taka týskar ríkisborgarar við til Týsklands, sigur heilsumálaráðið við týsku heimasíðuna. 

Og ferðafólkini skulu 14 dagar í sóttarhald.

Í morgun gjørdi ES-nevndin av at steðga allari flogferðslu úr syðra parti av Afrika, skrivar Reuters.

Ferðafólk hildin aftur

Ferðafólk, sum komu við flogfari úr Suðurafrika til Schiphol í Hollandi, verða hildin aftur og sita í flogfarinum, skrivar De Telegraaf.

Blaðið hevur tosað við avvarðandi hjá ferðafólkunum á flogvøllinum, sum siga, at ferðafólkini skulu kannast fyri koronu.

Holland setti í morgun bann fyri flogførum úr syðra parti av Afrika.

Í Ísrael er nýggja koronufrábrigdið longu staðfest hjá einum ferðandi úr Malawi.

- Vit nærkast eini neyðtstøðu, og neyðugt er at bera skjótt at. Tá vit hava yvirlit yvir støðuna, taka vit neyðug stig, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennet.

WHO hevur fund

Bretland hevur longu sett bann fyri ferðandi úr seks londum í økinum, og tað er at leypa framav, heldur Suðurafrika.

Frábrigdið var staðfest, eftir at talið av smittutilburðum vaks nógv í Gauteng-økinum í størsta býnum í Suðurafrika, Johannesburg, og í umsitingarhøvuðsstaðnum, Pretoria.

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur fund í dag um álvarsligu støðuna.

Danska heilsustýrið fer í dag at kunngera koppsetingarætlanina fyri 5 - 11 ára gomul børn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097