Fyrsta flagið loyst á Giljanesi

Fyrsta flagið loyst á Giljanesi
Týsdagin fer Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, at loysa fyrsta flagið fyri bygningin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi
Zeta arkitektar hava teknað og sniðgivið bygningin hjá Sjóvinnustýrinum.
 
27.11.2021 - 11:53

Týsdagin fer Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, at loysa fyrsta flagið fyri bygningin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi.

Løgtingið samtykti í 2017, at Sjóvinnustýrið skuldi byggja í Vágum fyri í mesta lagi 13,7 mió. kr.

Verklagslógin um byggingina varð samtykt á vári 2018. 

Nú er byggingin mett at kosta góðar 30 milliónir kr.

Sjóvinnustýrið hevur síðani á sumri 2016 húsast í fyribilshølum í Havn, eftir at stovnurin noyddist at flyta úr leigaðum hølum í Miðvági, sum ikki vóru mett at vera egnað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442