Klaksvíkar kommuna fer at gera íløgur fyri 111,4 mió. kr. næsta ár

Klaksvíkar kommuna fer at gera íløgur fyri 111,4 mió. kr. næsta ár
Mentan og ítriv krevja stórar íløgur í Klaksvík næsta ár
Stórar íløgur skulu gerast í mentan og ítriv í Klaksvík
Mynd: Savnsmynd  
 
29.11.2021 - 13:49

Íløgur fyri 111,5 mió. kr. skulu gerast í Klaksvíkar kommunu næsta ár.

Hetta er bruttotalið.

Nettotalið er 78,4 milliónir, tí kommunan ætlar at selja fastognir og grundstykki fyri 33,1 millión.

 

Mentan og ítrív krevja mest

24,2 milliónir skulu brúkast til mentan og ítriv - 26,6 milliónir til byggibúgving, vegir og annað.

Kommunal virki fáa 17,5 milliónir, millum annað fara átta milliónir til bátahyl í Árnafirði.

Mentanarhúsið fær 12 milliónir krónur í íløgustuðli. 

 

Kappróðrarneyst skal byggjast

Kappróðrarneystið fær 7,5 milliónir. 

Og 100.000 kr. eru játtaðar til svimjihyl í Svínoynni.

Fimm milliónir verða brúktar til Bú- og heimatænastuna, tvær í Klaksvík og tríggjar á Viðareiði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115