Magdalena Andersson er aftur forsætisráðharri

Magdalena Andersson er aftur forsætisráðharri
Við einum sera teprum uppbakningi, varð Magdalena Andersson aftur vald til forsætisráðharri í Svøríki - fyri aðru ferð í eina viku
Fyri aðruferð í eina viku, er Magdalena Andersson vald til forsætisráðharra í Svøríki
Mynd: Jessica Gow/TT/Ritzau Scanpix  
 
29.11.2021 - 14:28

Magdalena Andersson varð í dag vald sum fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki.

Valið var tepurt, tí 101 ríkisdagslimir atkvøddu fyri henni, 75 atkvøddu ikki og 173 atkvøddu ímóti.

Svenska skipanin er, at um ikki minst helvtin av tinglimunum er ímóti, so er viðkomandi valdur. Og tí fekk Magdalena Andersson neyðuga meirilutan í dag.

Magdalena Andersson er fyrsti forsætisráðharri í 15 ár, sum fer at stjórna landinum við einum flokki, sosialdemokratiska flokkinum.

Verður torført at stjórna

Fíggjarætlanin fyri 2022, er samtykt, men borgarliga andstøðan fekk nógv av sínum krøvum í fíggjarlógina.

Og tí verður mett, at tað verður torført hjá Magdalenu Andersson at stjórna Svøríki, til val verður næsta heyst.

Magdalena Andersson fer at almannakunngera nýggju stjórnina í morgin, segði hon á tíðindafundi eftir atkvøðugreiðsluna.

 

Aðruferð í eina viku

Hon hevur 100 av teimum 349 tinglimunum í ríkisdegnum aftan fyri seg. Og stjórnin verður mett at vera tann veikasta síðani í 1978, tá Ola Ullsten stóð á odda fyri eini minnilutastjórn, sum bert hevði 39 tinglimir.

Á tíðindafundinum viðgekk Magdlena Andersson, at neyðugt verður at fáa undirtøku frá øðrum flokkum í ríkisdegnum, og har vísti hon serliga á teir 75 tinglimirnar sum ikki atkvøddu í dag, sum kunnu taka undir við uppskotum sum stjórnin fer at leggja fram.

Hetta var aðru ferð í eina viku at Magdalena Andersson varð vald til forsætisráðharra í Svøríki.

Hon varð eisini vald mikudagin í farnu viku, men tá legði hon frá sær 7 tímar seinni, tí Umhvørvisflokkurin fór burturúr stjórnini.

Umhvørvisflokkurin segði seg ikki kunna góðtaka, at borgarliga andstøðan, og serliga Svøríkisdemokratarnir, fingu so stóra ávirkan í fíggjarlkógina fyri 2022.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189