Bárður A. Niclasen leiðari á Veðurstovuni

Bárður A. Niclasen leiðari á Veðurstovuni
Bárður A. Niclasen er 47 ára gamal. Hann er cand. scient í jarðalisfrøði og hevur tikið phd í alduforsøgnum
 
03.12.2021 - 07:44

Nú hevur Veðurstovan fingið deildarleiðara.

Hann eitur Bárður A. Niclasen.

Bárður A. Niclasen er 47 ára gamal. Hann er cand. scient í jarðalisfrøði og hevur tikið phd í alduforsøgnum. 

Hann kemur úr einum starvi sum útbúgvingarleiðari í verkfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Bárður A. Niclasen byrjar í deildarleiðarastarvinum 1.jannuar.

 

Tók tíð at finna leiðaran

Tað tók sína tíð at fáa sett Veðurstovuni deildarleiðara.

Starvið varð fyrru ferð lýst leyst at søkja hálvan september.

Evstamark at søkja var 11.oktober.

Men starvið varð lýst av nýggjum, tí ov fáar umsóknir vóru.

Nú var freistin at søkja til 8.november. 

Veðurstovan er skipað sum ein deild undir Vørn. 

Á Veðurstovuni eru í løtuni tveir veðurfrøðingar. Ætlandi verða fleiri starvsfólk sett í næstum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860