Noreg krevur kanning

bannari
Noreg krevur kanning
Øll, sum ætla sær til Noregs, skulu kannast fyri koronu. Ta avgerðina tók norska stjórnin í gjár, í eini roynd at steðga omikron-frábrigdinum
 
03.12.2021 - 07:11

Tú skalt nú vísa eina nýggja, negativa koronukanning fyri at sleppa til Noregs. 

Ta avgerðina tók norska stjórnin í gjár í eini roynd at steðga omikron-frábrigdinum at breiða seg í landinum, skrivar NTB.

Kravið kom í gildi í skundi, eftir at millum 50 og 60 tilburðir av Omikron vóru staðfestir undir einum jólaborðhaldi.

Er ein kanningarstøð við markið, har sum fólk koma, so skulu tey kannast alt fyri eitt.

Annars skulu fólk kannast í seinasta lagi 24 tímar eftir, at tey eru komin inn í landið.

 

Eisini galdandi fyri koppsett

Kravið er eisini galdandi fyri fólk, sum eru liðugt koppsett, og fyri tey, sum hava havt koronu, sigur norski heilsumálaráðharrin, Ingvild Kjerkhol.

Øll, sum eru yvir 12 ár og sum eru komin inn í landið, skulu nýta masku á almennum støðum, har ikki er møguligt at halda frástøðu. Og tað skulu tey, til tey hava fingið eina negativa kanning.

Kravið kom í gildi á midnátt.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328