Semingsroyndin byrjar týsdagin

Semingsroyndin byrjar týsdagin
Semingsstovnurin hevði fund við Starvsfelagið, Lønardeildina og Kommunala arbeiðsgevarafelagið í gjár
Semingsmenninir hittu partarnar í gjár, og ætlanin er fara undir semingsroyndina týsdagin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.12.2021 - 12:58

Týsdagin byrjar semingsroyndin í sáttmálasamráðingunum millum Starvsfelagið, Lønardeildina og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Semingsstovnurin hevði fund við partarnar í gjár.

Nú fær Semingsstovnurin tilfar frá feløgunum, og týsdagin er ætlanin at fara undir semingsroyndina.

Boð vóru send eftir Semingsstovninum seinnapartin mánadagin, tí semja fekst ikki um lønina.

Sáttmálarnir fóru úr gildi 1.oktober. Partarnir handaðu krøvini 22.september.

Fyrsti samráðingarfundur var 5.oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136