Sameindu Arabisku Emiratini keypa flogfør úr Fraklandi

Sameindu Arabisku Emiratini keypa flogfør úr Fraklandi
Sameindu Arabisku Emiratini hava gjørt sáttmála við Frakland um at keypa 80 stríðsflogfør av slagnum Rafale, og sáttmála við Airbus um 12 tyrlur.
 
05.12.2021 - 15:28

 

Tað er verksmiðjan, Dessault Aviation, sum skal gera flogførini. Sáttmálin var undirskrivaður í sambandi við vitjanina hjá franska forstanum, Emmanuel Macron, í Dubai, upplýsir forsetaborgin í Paris.

Hetta er størsti sáttmáli, sum Dassault Aviation nakrantíð hevur gjørt við eitt annað land. 

Sáttmálin er verdur 16 milliardir evrur, - tað svarar til slakar 119 milliardir krónur. 

Sáttmálin við Airbus er eina milliard evrur, - tað svarar til 7,4 milliardir krónur.

Emiratini hava eisini gjørt íløgur fyri 74 milliardir krónur í franska rúmdarídnaðin og í flutnings- og endurnýggingar-geiran.

Eftir vitjanina í Emiratunum, fer Emmanuel Marcon á vitjan í Qatar og Saudiarabia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558