Danin møtti ikki í rættinum

Danin møtti ikki í rættinum
Dómarin gav løgregluni í Danmark boð um at handtaka ákærda mannin, so hann kann verða flogin til Føroya
Føroya rættur er farin at viðgera eitt mál um hóttanir og frælsistøkur. Ein dani, sum er ákærdur í málinum, møtti í rættinum, men løgreglan í Danmark hevur fingið boð um at handtaka mannin.
 
06.12.2021 - 18:01

Seinnapartin í dag byrjaði mál í Føroya Rætti um hóttanir og tvær frælsistøkur, har fimm ungir menn í 20-unum og 30- unum, fýra føroyingar og ein dani, eru ákærdir. 

Danin møtti ikki í rættinum.

Verjin hjá manninum, Bjørn á Heygum, var í rættarsalinum í Føroyum, og hann greiddi frá, at avtala var gjørd um, at ákærdi maðurin skuldi møta í býarrættinum í Keypmannahavn, og haðani skuldi hann vera við á video. Maðurin hevði tó sagt, at hann visti ikki, um hann fór at møta. 

Ákærin helt, at illa bar til at hava rættarfundin, um ikki allir teir ákærdu menninir vóru hjástaddir. Rættarfundurin var niðurlagdur, og dómarin og teir báðir dómsmenninir fóru til viks at viðgera støðuna.

Boð um at handtaka mannin

Løtu seinni varð rættarfundurin tikin uppaftur, og dómarin gjørdi av at geva løgregluni í Danmark boð um at handtaka mannin. Ætlanin er síðani, at tann ákærdi verður flogin til Føroya, og væntandi verður hann við, tá ið málið heldur fram í rættinum í morgin.

Ákæruritið, sum er í 8 punktum, varð lisið upp. 

Málið byrjar á heysti 2019, tá ið tríggir av teimum ákærdu sambært ákæruritinum royndu at smugla trý kilo av hashi úr Danmark til Føroya. Virðið var 75.000 kr. 

Smuglingin miseydnaðist.

Síðani heldur søgan fram á sumri í fjør.

Tá hóttir tann eini ákærdi á telefonappini Wickr ein mann í Havn við at drepa hann og dóttur hansara og sorla familju hansara, um hann ikki rindar eina skuld, sum skal vera 75.000 kr.

Hótti maðurin rindar 50.000 kr.

Rindaði 60.000 kr. 

Í september í fjør kemur sama hóttan. Nú er skuldin 100.000 kr. Maðurin rindar 60.000 kr. Hann seldi bilin hjá sær, sambært ákæruritinum.

28. desember í fjør er, sambært ákæruritinum, fyrra frælsistøkan. Skuldin er enn 100.000 kr.

Tann seinna frælsistøkan er 8. januar í ár. Tá er tann ákærdi danin í Føroyum. Skuldin var nú komin upp á 300.000 kr.

Maðurin varð hóttur, sligin, posi varð lagdur yvir høvdið á honum, og sambært ákæruritinum verður hildið, at ein knívur varð hildin fyri barkanum á honum. Hetta hendi á økinum við Sjósavnið á Argjum. Aftaná rindaði maðurin 57.000 kr.

Nokta seg sekar

Í flestu førum noktaðu teir ákærdu seg sekar.

Tann eini játtaði seg tó sekan í av hava koyrt bil uttan koyrikort, ein annar játtar at hava havt ymisk amboð, sum verða nýtt til rúsevni, og at nakrar restir av hashi, kokaini og amfetamini vóru á, og ein, sum eisini er ákærdur, játtar at hava havt eina fartelefon, sum viðkomandi ikki hevði rætt til, meðan viðkomandi sat í Mjørkadali. 

Ákærin greiddi frá, at tað var mamma tann órættaða, sum hevði sett seg í samband við løgregluna.

Tá ið løgreglan fór at kanna málið, funnu teir út av, at málið hevði sambandi við eitt annað rúsevnamál. Nakrir av teimum, sum nú eru ákærdir, eru eisini dømdir í øðrum máli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012