Suu Kyi dømd fýra ára fongsulsrevsing

Suu Kyi dømd fýra ára fongsulsrevsing
Frákoyrdi forsætisráðharrin í Myanmar kann rokna við fleiri dómum, tí hon er ákærd í tilsamans 11 málum
Aung San Suu Kyi, fyrrverandi forsætisráðharri í Myanmar, er dømd fýra ára fongsul.
Mynd: RitzauScanpix  
 
06.12.2021 - 08:53

Frákoyrdi forsætisráðharrin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, er dømd fýra ára fongsulsrevsing, upplýsir ein talsmaður sambært Reuters.

Hon er dømd tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava gjørt ímóti boðum frá hernaðarstýrinum og tvey ár fyri at hava brotið koronaraeglurnar.

Eisini frákoyrdi forsetin í landinum, Win Myint, er dømdur fýra ára fongsulsrevsing, upplýsir Reuters.

Noktar seg seka í øðrum ákærum

Hesir dómarnir eru bert byrjanin til dómarnar, sum 76 ára gamla Aung San Suu Kyi kann rokna við, tí hon er ákærd í tilsamans 11 málum. Hon sigur seg vera óseka í øllum ákærunum.

Herurin koyrdi stjórnina í Myanmar frá í februar. Tað varð gjørt, eftir at herurin skuldsetti Suu Kyi fyri valsvik eftir valið í november í fjør. Bæði altjóða eygleiðarar og valnevndin í Myanmar hava víst aftur, at svikað var.

Síðani hava hon og fleiri aðrir limir í stjórnini verið fongslað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189