577 tilburðir av omikron í Danmark

577 tilburðir av omikron í Danmark
Nýggja frábrigdið er nú umleið tvey prosent av øllum koronutilburðum
577 tilburðir av omikron-frábrigdinum eru nú í Danmark.
 
08.12.2021 - 15:31

Smittutilburðirnir av nýggja omikron-frábrigdinum av koronasmittuni veksa skjótt í Danmark.

Frá 22. november til í gjár, 7. desember, eru skrásettir tilsamans 577 tilburðir av omikron-frábrigdinum í Danmark, upplýsir Serumstovnurin.

Tað eru 179 tilburðir fleiri enn í gjár.

Sambært danska heilsustýrinum er omikron-frábrigdið nú umleið tvey prosent av øllum koronutilburðum í Danmark.

Í Føroyum var omikron-frábrigdið fyrstu ferð staðfest í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025