Meira enn helvtin av streyminum fer til spillis

Meira enn helvtin av streyminum fer til spillis
Bara 44 prosent fáast til høldar, so leingi eingin pumpuskipan er
Tá bara 44 prosent av streyminum frá myllunum koma til høldar, kostar vindorkan 52 oyru í miðal fyri kilowatttíman. Henda myndin er av Gellingarkletti, har Vindrøkt fer at seta vindmyllur upp.
 
10.12.2021 - 11:07

Meira enn helvtin av streyminum, sum vindmyllurnar í Flatnahaga, á Eiði og Gellingarkletti fara at gera, fer til spillis, so leingi eingin pumpuskipan er.

Men kortini er vindorkan bíligari enn steymurin, sum verður gjørdur við olju. 

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Henrik Old, løgtingsmann.

Landsstýrismaðurin hevur fingið at vita frá SEV, at 44 prosent av streyminum, sum myllurnar fara at gera, kunnu fáast til høldar, so leingi eingin pumpuskipan er.

Kunnu taka ímóti meiri

Eftir at pumpuskipanin er komin væntar SEV, at møguleiki verður fyri at taka ímóti nógv størri parti av streyminum frá myllunum.

Kilowatttímin kostar 23 oyru. Streymur, sum er gjørdur við olju, kostar 70 til 80 oyru fyri kilowatttíman.

Men tá bara 44 prosent av streyminum frá myllunum koma til høldar, kostar vindorkan 52 oyru í miðal fyri kilowatttíman.

Landsstýrið fer ikki at tvinga húsarhaldini at gjalda fyri streym, og/ella geva SEV endurgjald fyri streym, sum húsarhaldini ikki fáa nyttu av. 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Henriki Old, løgtingsmanni, um vindmyllur. (Mynd: Bjarni Ártin Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040