Tvey fólk eru deyð eftir koppseting

bannari
Tvey fólk eru deyð eftir koppseting
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur svarað fyrispurningi um koronu
Sannlíkindini fyri at verða smittað eru níggju ferðir minni enn hjá teimum, sum ikki eru koppsett. 
Mynd: Savnsmynd  
 
13.12.2021 - 10:52

 

Tvey fólk eru deyð í Føroyum nakrar dagar eftir, at tey vóru koppsett fyri koronu. 

Løgreglan skal hava fráboðan, og rættarlæknalig líkskoðan skal vera, tá fólk doyggja innan sjey dagar eftir koppseting.

Í Føroyum veit landslæknin um tvær slíkar hendingar.

Eitt andlát var 14 dagar eftir koppseting.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Steffani Klein Poulsen, tingmanni, um koronu.

13 deyð við koronu

Í Føroyum eru 13 fólk deyð við koronu. Landslæknin veit ikki, hvussu nógv teirra vóru koppsett.

Trý fólk hava verið í andingartóli, respiratori, tí tey høvdu koronu.

Koppsetingin hevur góðan virknað hjá teimum ungu, teimum 12 til 24 ára gomlu, stendur í svarinum frá landsstýrismannum.

Sannlíkindini fyri at verða smittað eru níggju ferðir minni enn hjá teimum, sum ikki eru koppsett. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210