Leiðarin á Heilbrigdi: Lat pengarnar blíva í Føroyum

Leiðarin á Heilbrigdi: Lat pengarnar blíva í Føroyum
Tey, sum fáast við at viðgera misnýtarar í Føroyum, hava brúk fyri pengunum, sum løgtingið ætlar at geva danska viðgerðarstovninum Novavi, heldur leiðarin á Heilbrigdinum
Sjúrður Knudsen, leiðari á Heilbrigdi
Mynd: Savnsmynd  
 
17.12.2021 - 08:16

Sjúrður Knudsen, leiðari á Heilbrigdi, heldur, at tað er skeivt, at senda 2,9 milliónir krónur av landinum til ein danska viðgerðarstovn. 

"Tey, sum fáast við at viðgera misnýtarar í Føroyum, hava brúk fyri pengunum," staðfestir Sjúrður Knudsen. 

Novavi sigur, at stovnurin skal brúka 6,9 mió. kr. í 2023 og 7,5 mió. kr. í 2024.

Tilsamans eru hetta 17,3 milliónir krónur, ella meira enn tað, sum skotið verður upp at skerja játtanina til Landssjúkrahúsið, sigur Sjúrður Knudsen.

 

Á knøunum fíggjarliga

Hann sigur, at Heilbrigdi ekur frammanundan á knøunum fíggjarliga.

Neyðugt er at umvæla og útbyggja viðgerðarstovnin á Velbastað, brúk er fyri betri tilboðum um eftirviðgerð og familjuviðgerð og brúk er fyri fleiri pengum til at eftirútbúgva starvsfólk og til hjátilboð at stuðla undir høvuðsviðgerðina.

Haraftrat er brúk fyri einum útslúsingarstovni, sigur Sjúrður Knudsen.

Hann sigur, at Heilbrigdi vil eisini heldur enn fegin seta í verk ambulanta tænastu, um pengar vórðu játtaðir Heilbrigdi til hetta endamálið, heldur enn einum nýggjum, útlendskum veitara.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688