Johan Dahl tekur seg úr samgonguni

Johan Dahl tekur seg úr samgonguni
Samgongan hevur mist stuðulin frá Johan Dahl, tingmanni í Sambandflokkin, sum noktar at vera í samgongu við Jenis av Rana, formanni í Miðflokkinum
Johan Dahl úr Sambandsflokkinum tekur sín stuðul til samgongua aftur, um Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinu, er partur av samgonguni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 19:04

Møguleikin hjá samgonguni at halda fram hava fingið enn eitt skot fyri bógvin. 

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, tekur sín stuðul til samgonguna aftur, um Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, er partur av samgonguni. 

Tað segði hann í samrøðu við Dag og viku. 

"Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur gingið ímóti øllum tilmælum, sum landsstýrið er komið við til Føroya folk í sambandi við korona, og tað átti hann ikki at sloppið," segði ein ivaleysur Johan Dahl millum annað. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154