Havnin skal hava nýggjan havnarmeistara

Havnin skal hava nýggjan havnarmeistara
Starvið sum havnarmeistari í Tórshavnar havn er lýst leyst 
Tórshavnar havn hava nýggjan havnarmeistara.
 
25.12.2021 - 12:54

Tórshavn skal hava nýggjan havnarmeistara.

Starvið sum havnarmeistari í Tórshavnar havn er lýst leyst til setan tann 1.mars 2022. 

Í starvslýsingini stendur, at havnarmeistarin má hava góða handilsfatan, góð samráðingarevni og eina holla fatan av at virka í politiskum samanhangum. Starvið vísir til kommunustjóran.

Tórshavnar havn umsitur havnarløgini í Tórshavnar kommunu. 

Havnarløgini fevna um alt frá farmahavnini í Tórshavn til bátaplássini í bygdunum í Tórshavnar kommunu. 

Nógv skip og tons

Árliga koma og fara 2.300 skip um Tórshavnar havn, og 890.000 tons fara um bryggjukantin.

Í Tórshavnar havn eru 15 ársverk.

Freistin at søkja starvið sum havnarmeistari í Havn er 5.januar. 

Jónsvein Lamhauge, sum er havnarmeistari nú, hevur verið havnarmeistari síðani 1993.

Hann hevur nú sagt upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847