Desmond Tutu deyður

Desmond Tutu deyður
Biskupurin, sum var kendur fyri sítt stríð ímóti suðurafrikanska apartheid-stýrinum og fyri mannarættindum, var 90 ára gamal
Suðurafrikanski erkabiskoppurin, Desmond Tutu, er deyður
Mynd: Mike Hutchings/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.12.2021 - 09:42

Kendi suðurafrikanski erkabiskupurin, Desmond Tutu, er deyður, 90 ára gamal, skrivar BBC.

Biskupurin fekk friðarheiðursløn Nobels í 1984 fyri sítt arbeið fyri mannarættindum og ímóti suðurafrikanska apartheid-stýrinum, ið hevði við sær kúgan av svarta meirilutabólkinum í landinum frá 1948 til 1991, tá apartheidstýrið fall.

Suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, sigur í boðum í morgun, at Desmond Tutu var "ein stórur andligur leiðari, ein aktivistur ímóti apartheid og ein alheims talsmaður fyri mannarættindum."

Desmond Tutu gjørdist prestur í 1960. Í áttatiárunum varð hann biskupur í Johannesburg og síðan erkabiskupur í Cape Town. Hann nýtti sína støðu at tala at rasuskilnaðinum í Suðurafrika.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970