Kuupik formaður í stýrisskipanarnevndini

Kuupik formaður í stýrisskipanarnevndini
IA er størsti flokkur í Grønlandi og eigur tí formannin í nevndini
Kuupik Kleist er nýggjur formaður í grønlendsku stýrisskipanarnevndini.
 
03.01.2022 - 08:37

Fyrrverandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Kuupik Kleist, er vorðin formaður í stýrisskipanarnevndini.

Hann tekur við eftir Ineqi Kielsen í Siumut, sum nú verður næstformaður.

Flokkurin hjá Kuupik Kleist, IA, er nú størsti flokkur í Grønlandi og eigur tí formannin í stýrisskipanarnevndini.

Flokkarnir Demokraatit og Naleraq hava eisini fólk í nevndini.

Atassut vil ikki vera við, tí flokkurin vil varðveita ríkisfelagsskapin.

Stýrisskipanarnevndin leggur nú síðstu hond á eitt uppskot um stýrisskipan, sum eitt sjálvstøðugt Grønland kann brúka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514