Allur dagurin gongur at rudda Havnina

Allur dagurin gongur at rudda Havnina
"Kavin er so vátur og keðiligur, at tað er sum at koyra inn í betong," sigur Fríður Pállson Dalsgarð, býarverkfrøðingur, so heitir á fólk í Havn um ikki at fara út at koyra
Savnsmynd
 
04.01.2022 - 08:58

Høvuðsstaðurin er serliga hart raktur av kavastorminum í morgun. 

Fríði Pállson Dalsgarð, býarverkfrøðingur, staðfestir, at støðan er ikki góð. 

"Vit hava øll fólkini úti. Tvær gravimaskinur og ein traktor, men vit hava veðrið ímóti okkum í morgun, tí tað kemur nógv avfall niður," sigur hann.  

 

Stórir skalvar

Talan er um tungan kava, ið kemur niður. 

"Tað er nærmast sum at koyra inn í betong, so bilarnir standa rimmar fastir beinanvegin," sigur Fríður Pállson Dalsgarð, býarverkfrøðingur. 

Fólkini hjá kommuni royna at koma runt býin at rudda, men tað gongur seint. Nógvastaðni er bara eitt spor at koyra eftir. 

"Í støðum eru skalvar upp til tveir metrar út á vegin."

 

Bussleiðin raðfest fyrst

Raðfestingin hjá kommununi sigur, at fyrst og fremst er tað bussleiðin, sum skal ruddast fyri kava, sigur býarverkfrøðingur, og síðani  koma vegir út til stovnar og brekkur. 

"Serliga avbjóðingin í løtuni er, at menninir síggja illa vegin, tí kavin er so tjúkkur, og tað ger, at kavaruddingin gongur so seint," sigur Fríður Pállson Dalsgarð. 

Býarverkfrøðingurin væntar ikki, at tað verður koyrandi fyrr enn á døgurða, og tá er bara talan um tey strekkini, har bussleiðin koyrir.

"So tað gongur nokk allur dagurin, áðrenn tað verður koyrandi allastaðni," staðfestir Fríður Pállson Dalsgarð, sum ger vart við, at tað er sera týdningarmikið, at lurtað verður eftir boðunum frá løgregluni og myndugleikunum annars. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444