Heita staðiliga fólk um at lata bilin standa

Heita staðiliga fólk um at lata bilin standa
Nógvir bilar standa fastir í Havnini
Politiið og Tórshavnar kommuna heita nú staðiliga á fólk um ikki at koyra bil.
 
04.01.2022 - 11:31

Løgreglan og tilbúgvingin hjá Tórshavnar kommunu heita staðiliga á fólk um ikki at koyra bil næstu tímarnar.

Koyrilíkindini eru sera vánalig. Sýnið er ringt, og nógvir bilar standa fastir .

Tað hevur stóran týdning, at fólk virða boðini, so tilbúgvingin, eitt nú sjúkrabilar, bjargingarbilar, løgregla og kavarudding, sleppa fram, har tørvur er á tí.

Kommunan og politiið siga, at avleiðingin er, at tey, sum hava tørv á hjálp til bilar, ið standa fastir, ikki kunnu vænta at fáa hjálp í bræði.

Myndirnar eru frá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744