Kirkjan í Oyndarfirði fingið skaða í ódnarveðrinum

Kirkjan í Oyndarfirði fingið skaða í ódnarveðrinum
Laðaði garðurin uttan um kirkjuna er rapaður, og ein hurð, sum gongur inn í kjallaran, er eisini farin
Nógvur uppgangur hevur verið í Oyndarfirði.
Mynd: Martin á Fløghamri  
 
04.01.2022 - 13:52

Kirkjan í Oyndarfirði hevur fingið skaða í ódnarveðrinum í nátt og í dag. 

Laðaði garðurin uttan um kirkjuna er rapaður, og ein hurð, sum gongur inn í kjallaran, er eisini farin. Kirkjan stendur heilt tætt við sjóvarmálan.

Ein vesibygningur, sum stendur tætt við kirkjuna, hevur eisini fingið skaða.

Rættiliga nógvur uppgangur hevur verið í Oyndarfirði, og brotini hava ligið niðan á vegin og uttan um kirkjuna. Sambært kirkjuráðnum eru boðini farin til tryggingina. 

Okkurt neyst í Oyndarfirði hevur eisini fingið skaða í ódnarveðrinum. 
 

Sí myndir úr Oyndarfirði, sum Martin á Fløghamri hevur tikið.

Oyndarfjordur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938