Sólvit og Beinir í uppskoti sum landsstýrismenn

Sólvit og Beinir í uppskoti sum landsstýrismenn
Sum skilst fer Fólkaflokkurin í kvøld at gera av, hvør skal manna landsstýrisessirnar hjá Jacobi Vestergaard og Elsbeth M. Gunnleygsdóttir
Alt bendir á, at Beinir Johannesen og Sólvit Nolsø verða í uppskoti at gerast nýggir landsstýrismenn fyri Fólkaflokkin.
 
05.01.2022 - 12:41

Sólvit Nolsø er í uppskoti at gerast landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.

Tað váttar Havnar Framburðsfelag. 

Annika Olsen er ikki í uppskoti.

Og sum Dagur og vika skilja, er Beinir Johannesen, løgtingsmaður, eisini í uppskoti. 

Sum skilst fer Fólkaflokkurin í kvøld at gera av, hvørji landsstýrisfólk mælt verður løgmanni at seta.

 

Yngri kreftir

Um avgerðina at skjóta Sólvit Nolsø upp til landsstýrismann, skrivar Havnar Framburðsfelag á facebook:

- Tað gera vit, tí vit halda tað verða umráðandi, at flokkurin setur yngri fólk við, og á tann hátt framtíðartryggjar flokkin. Sólvit er ein ungur maður, sum vit meta kann verða ein góður politikari fyri flokkin, skrivar politiska lokalfelagið í Suðurstreymoy. 

Annika Olsen er ikki í uppskoti. Orsøkin er helst tann, at Havnar Framburðsfelag veit, at tingmanningin neyvan hevði góðtikið Anniku Olsen. 

Stuðla Anniku

Havnar Framburðsfelag stuðlar hóast alt Anniku Olsen, og lýsir harvið møguliga eina ósemju í flokkinum um avgerðina hjá Anniku Olsen at atkvøða fyri fyri uppskotinum hjá andstøðuni um sammøður.

Annika Olsen eigur eitt pláss í flokkinum, sigur felagið til óváttaðu tíðindini, um at hon verður koyrd úr flokkinum. 

- Vit stuðla eisini Anniku Olsen, sum hevur verið ein góður politikari fyri Fólkaflokkin, og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Hon hevur enn nógv gott at geva flokkinum, og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum, skrivar nevndin í Havnar Framburðsfelag. 

 

Ymsar tilgongdir

Tað er eingin loyna, at Fólkaflokkurin í Norðoyggjum og í Eysturoynni hava eina heilt øðrvísi tilgongd til málið um sammøður, sum Annika Olsen var við til at atkvøða ígjøgnum. 

Eyðun á Lakjuni, formaður í Eysturoyar Fólkafloksfelag, hevur ongar viðmerkingar til tíðindini, um at víst verður á Sólvit Nolsø og Beinir Johannesen at vera landsstýrismenn.

Eysturoyar Fólkafloksfelag hevur tvey tingfólk, meðan Suðuroyggin og Vágar hava ein tingsess.

Rói P. Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag, hevur heldur onga viðmerking. 

 

Brandur og Jóhan Eli

Enn vita vit ikki, um hini lokalfeløgini hava skotið upp landsstýrisfólk, annað enn at bæði Suðuroyar Fólkafloksfelag og Sandoyar Fólkafloksfelag alment hava skotið upp Brand Sandoy og 
Jóhan Eli Poulsen.  

Eftir stendur spurningurin, hvørjum málsøkjum lokalu fólkafloksfeløgini fara eftir.

Aðalráðini, sum mangla ein landsstýrissess, eru fiskivinnumál og almannamál. Ella kanska verður ein broyting, har Jørgen Niclasen fer úr Fíggjarmálaráðnum? 

Ein spurningur tykist verða svaraður. Landsstýrið verður eftir øllum at døma burturav mannað við monnum. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216