Borgarar í Kili fáa nú fjórða prikið

Borgarar í Kili fáa nú fjórða prikið
Kili er fyrsta landið í Latínamerika, sum bjóðar fólki við veikari immunverju eitt prik aftrat
Mynd: RitzauScanpix  
 
07.01.2022 - 08:48

Frá í næstu viku kunnu fólk í Kili verða koppsett fyri koronu fyri fjórðu ferð. Og Kili er fyrsta landið í Latínamerika sum tekur tað stigið.

Talan er um fólk, sum hava veika immunverju.

- Frá 10. januar fara vit undir at geva fólki við veikari immunverju fjórða prikið, so tey kunnu gerast betur fyri, enn tá tey fingu triðja prikið, segði Sebastian Pinera, forseti á tíðindafundi.

Ísrel hevur boðið fólkum, sum eru illa fyri at fáa fjórða prikið, men Kili er fyrsta landið í Latínamerika, sum gevur sínum borgarum sama møguleika, skrivar DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454