Meksiko: Yvir 300.000 deyð við koronu

Meksiko: Yvir 300.000 deyð við koronu
Er fimta landið har meira enn 300.000 andlát eru skrásett í sambandi við koronu
 
08.01.2022 - 16:47

Meksiko er meint rakt av koronufarsóttini, og er nú fimta landið, sum hevur skrásett meira enn 300.000 andlát í sambandi við koronu.

Meira enn 4 milliónir fólk hava fingið staðfest koronu í Meksiko, har slakar 130 milliónir fólk búgva.

Í gjár hevði heilsumálaráðið í landinum skrásett 300.101 andlát í sambandi við koronu, men hagtøl frá fólkyvirlitinum geva ábending um, at rætta talið kann vera oman fyri 450.000.

USA er ovast á listanum við flest skrásettum andlátum í sambandi við koronu við 858.346. Brasil hevur skrásett 619.878, India 483.463 og Russland 314.604.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425