Suu Kyi dømd fýra ára fongsul

Suu Kyi dømd fýra ára fongsul
Verður fyrrverandi leiðarin í Myanmar dømd sek í øllum rættarmálum, kann hon fáa meira enn 100 ára fongsulsrevsing
Aung San Suu Kyi kann verða dømd meira enn 100 ára fongsul, verður hon funnin sek í øllum rættarmálum.
Mynd: RitzauScanpix  
 
10.01.2022 - 09:30

Fyrrverandi leiðarin í Myanmar og vinnarin av friðarheiðursløn Nobels, Aung San Suu Kyi, er dømd fýra ára fongsulsrevsing í einum rætti í Myanmar.

Tað skriva millum annað AFP og Reuters.

Sambært AFP, er Suu Kyi funnin sek í at hava havt ólóglig walkie talkie-tól, og so skal hon eisini hava brotið koronulógirnar í Myanmar.

Nógvur ófriður hevur verið í kjalarvørrinum av hernaðarkvettinum í Myanmar, og 1. februar er eitt ár liðið, síðani herurin koyrdi demokratiskt valdu stjórnina frá og tók valdið í landinum.

 

11.000 fólk handtikin

NTB skrivar, at fleiri enn 11.000 fólk eru handtikin, síðani herurin tók valdið, og fleiri enn 1300 fólk eru deyð undir ófriðinum.

Dómurin hjá Suu Kyi í dag er bert ein partur av einum størri rættarmáli móti henni, tí hon er ákærd í fleiri málum. Og verður hon verður funnin sek í øllum teirra, fær hon meira enn 100 fonguslrevsing.

Hon noktar seg seka í øllum ákærum, skrivar Reuters.

Lítið hevur verið at frætt um rættarmálið, og ongir óheftir eygleiðarar ella fjølmiðlar sluppu at fylgja við rættarmálinum. Hervaldið hevur eisini forðað sakføraranum hjá Suu Kyi í at úttala seg til fjølmiðlar, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918