Seks frystilínuskip undir Føroyum

Seks frystilínuskip undir Føroyum
Streymurin er góður til útróður hesa vikuna, men veðurvánirnar eru ikki góðar, sigur Fiskamarknaðurin
Pison er eitt av frystilínuskipunum.
 
11.01.2022 - 08:43

Eitt frystilínuskip er nú í Barentshavinum, upplýsir Fiskamarknaður Føroya.

Seks frystilínuskip eru undir Føroyum, og hini liggja.

Nógvur útróður verður neyvan í vikuni, hóast streymurin er góður, men veðurvánirnar eru ikki góðar.

Báðir djúpvatnstrolararnir liggja, men um partrolarar verður sagt, at fýra pør eru til fiskarí.

Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk, hýsu og flatfisk. Ein er vestanfyri, hann fiskar havtasku. 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt.

Og eitt garnaskip fiskar havtasku. Hjá tí er fiskaríið brúkiligt, sigur Fiskamarknaður Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025