SSL heldur fram eftir vanligu ferðaætlanini

SSL heldur fram eftir vanligu ferðaætlanini
Versnar koronustøðan, verður bráðfeingis ferðaætlan sett í verk á ávísum oyggjaleiðum við stuttari ávaring
Tað kann verða neyðugt at seta bráðfeingis ferðaætlan í verk á ávísum oyggjaleiðum, sigur Strandferðslan.
 
11.01.2022 - 12:42

Strandferðslan hevur eina bráðfeingis ferðaætlan, sum er klár at seta í gildi.

Men fyribils verður hildið fram eftir vanligu ferðaætlanini, hóast avbjóðingar eru á ávísum leiðum, sigur Strandferðslan í tíðindaskrivi. 

Strandferðslan hevur fyrr boðað frá møguligum tillagingum á oyggjaleiðum, vegna vaksandi smittutilburðir og sóttarhaldsrakt starvsfólk.

Versnar støðan enn meira, verður bráðfeingis ferðaætlan sett í verk á ávísum oyggjaleiðum við stuttari ávaring, sigur Strandferðslan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558