Árni skal svara fyrsta spurninginum

Árni skal svara fyrsta spurninginum
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spyr nýggja landsstýrismannin í fiskivinunnimálum um Veðurstovuna
Árni Skaale í Tinganesi, tá hann var tilnevndur nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2022 - 15:51

Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, hevur bara verið til arbeiðis í nakrar fáar dagar, men skal longu gera seg kláran at svara fyrsta §52a fyrispurningin. 

Tað er javnaðartingmaðurin, Jóhannis Joensen, ið vil hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við Veðurstovu Føroya, og nær stovnurin flytur vestur Vágar. 

Millum annað vil løgtingsmaðurin hava greiðu á, um ætlanin er at skipa Veðurstovuna í tríggjar eindir. Og um so er, hvussu tann skipanin verður, og hvar eindirnar skulu vera.

Árni Skaale hevur 10 yrkadagar at svara spurninginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329