Lodnufiskiskapur í Íslandi MSC-góðkendur

Lodnufiskiskapur í Íslandi MSC-góðkendur
Góðkenningin kann ávirka eftirspurning og prís á teimum marknaðum, sum gjalda mest, sigur felagið Nótaskip
Føroyskur fiskiskapur eftir lodnu í íslendskum sjógvi er nú MSC-góðkendur.
 
13.01.2022 - 15:00

Felagið Nótaskip hevur fingið fiskiskapin eftir lodnu í íslendskum sjógvi MSC-góðkendan. Arbeiðið við at fáa hesa góðkenning byrjaði í mars í fjør, og nú fyrst í februar verður endaliga góðkenningarfrágreiðingin løgd á heimasíðuna hjá MSC.

Eftir hetta kann lodna, sum skipini í felagnum Nótaskip fiskað í íslendskum sjógvi, seljast sum MSC-góðkend. 

 

30.000 tons

Føroyar eiga í hesi vertíðini eina kvotu upp á 30.000 tons. Fiskiskapurin byrjar helst fyrst í februar.

Frammanundan er íslendski lodnufiskiskapurin MSC-góðkendur gjøgnum felagsskapin Iceland Sustainable Fisheries. Íslendingar fingu hesa góðkenning í 2017. Góðkenningarnar hava fimm ára gildistíð, og skulu síðan endurnýggjast. 

MSC-góðkenningin kann ávirka eftirspurning og prís á teimum marknaðum, sum gjalda mest fyri fiskin. Føroyska lodnan verður fyri tað mesta seld til Japan, Kina og Russland, sigur felagið Nótaskip.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472