Sement 2022 verður í apríl

Sement 2022 verður í apríl
Nú er greitt, at tónleikakappingini Sement, sum hevur fostrað so mikið fræg nøvn sum Hamferð, Guðrun & Bartal, Konni Kass, Jasmin og Joe & The Shitboys, verður í apríl
Nú ber til hjá tónleikarum at melda seg til Sement 2022, og freistin er til á middegi 1. mars
 
17.01.2022 - 11:14

Nú ber aftur til hjá tónleikarum, ið droyma um at fara í upptøkuhøli, taka upp og vísa verðini, hvat teir hava at bjóða uppá, at melda seg til Semetn.

Latið er upp fyri tilmeldingunum til Sement 2022, sum verður fyriskipað frá 9. til 30. apríl í Tórsgøtu í Havn, sum fevnir um Perluna og Reinsaríið. 

Sement 2022

Frítekst tagging: 

Sement, ið byrjaði sum eitt tiltak hjá ungdómshúsinum Margarinfabrikkin í Havn, hevur tikið tráðin upp eftir Prix Føroyar sum tiltakið, ið sparkar lív í undirgrundina hjá føroyska tónleikapallinum. 

Hvørt ár Sement hevur verið fyriskipað, eru knomnir nýggir spírar undan kavi, og nógvir av teimum eru blivin til nøvn, ið vit øll kenna í dag. 

Listin yvir Sement-vinnarar sigur ikki so lítið um týdningin, sum tiltakið hevur. Hamferð, Konni Kass, Jamsin og Joe & The Shitboys eru millum nøvnini, ið hava vunnið Sement. 

 

Við BIIT á Sement

BIIT, sum er ungdómstoymið hjá Kringvarpi Føroyar, var við til Sement-finaluna í fjør. 

Sement_FINALA_OK

 

Kapping fyri allar tónleikarar

Sement er tó ikki ein tónleikakapping fyri tónlistarligar spírar, men fyri allar tónleikarar í Føroyum.

"Tað er líkamikið, um tú ert 15 ella 95 ár, ert royndur ella óroyndur. Øll eru vælkomin at luttaka," skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi. 

Men tað fylgja nakrar treytir við luttøkuni, og tær eru:

  • hvør bólkur hevur 15 minuttir á pallinum
  • øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður
  • tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum
  • bólkur, ið áður hevur vunnið Sement, sleppur ikki at luttaka

Innleiðandi umførini verða 9. 16. og 23. apríl, og sjálv finalan verður 30. apríl.

Undanfarin ár hevur vinningurin verið studiotíð í Studio Bloch í Havn, og fyriskipararnir lova, sambært vp.fo, at vinningurin vera betri í ár enn undanfarin ár. 

Freistin at melda seg til Sement 2022 er 1. mars á middegi, og tónleikarar kunnu melda seg til á heimasíðuni hjá Sement

 

Undanfarnir vinnarar

Góðan Morgn Føroyar var og vitjaði Lyon and The Color Storm beint eftir, at bólkurin vann Sement í 2014. 

270514_GMF_LYON_AND_THE_COLORSTORM

Og ein útvarpssending varð gjørd um finaluna í 2012. 

6351

 

Sement vinnarar:

2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð

Sement 2022

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604