Vinnuhúsið: Samfelagsbúskapurin kom væl ígjøgnum 2021

Vinnuhúsið: Samfelagsbúskapurin kom væl ígjøgnum 2021
Tvey prosent meira vóru goldin í lønum í fjør og fimm prosent meira enn í 2019
Vinnuhúsið letur væl at gongdini í fjør, hóast korona framvegs herjar.
 
17.01.2022 - 14:08

Føroyski samfelagsbúskapurin kom væl ígjøgnum 2021.

Tað sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi í dag.

Hóast korona framvegis órógvar samfelagið, benda nýggjastu hagtølini á, at føroyski samfelagsbúskapurin er komin væl ígjøgnum hesi seinastu tvey óvanligu árini

12,7 mia. kr.

Í fjør vórðu fluttar tilsamans 12,7 mia. kr. í lønum, pensjónum og øðrum veitingum gjøgnum a-skattaskipanina. Hetta vóru góð tvey prosent meira enn í 2020 og fimm prosent meira enn í 2019.

Av samlaðu lønunum og veitingunum upp á 12,7 mia. kr., vóru goldnar tilsamans 3,9 mia. kr. í inntøkuskatti. 1,8 mia. kr. til landið og 2,1 mia. kr. til kommunurnar.

Samlaði inntøkuskatturin til land og kommunur var eisini góð tvey prosent størri í 2021 enn í 2020.

Fleiri ferðafólk og bilar

Ferðafólkatalið um flogvøllin veksur eisini.

Í fjør ferðaðust 239 túsund ferðafólk umlogvøllin í Vágum. Hetta eru 33 prosent fleiri enn í 2020, tá 180 túsund ferðafólk fóru um flogvøllin.

Fleiri nýggir persónbilar eru eisini skrásettir í 2021.

Í fjør vóru skrásettir 1.991 nýggir persónbilar á Akstovuni. Tað eru 104 fleiri enn í 2020 og á leið sama talið sum í 2016 og 2017, tá ið tað vóru skrásettir ávikavist 1.971 og 1.951 nýggir persónbilar í Føroyum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585