Almannaverkið hevur tørv á 50 starvsfólkum um árið

Almannaverkið hevur tørv á 50 starvsfólkum um árið
Í løtuni eru 27 størv leys, upplýsir landsstýrismaðurin í almannamálum í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Almannaverkið veksur við 50 starvsfólkum um árið, vísa miðaltøl seinastu fimm árini. Haraftrat fara 20 - 30 starvsfólk frá fyri aldur um árið.
 
18.01.2022 - 15:09

Higartil í ár hevur Almannaverkið havt 14 lýsingar, har 27 størv eru lýst leys.

Fyri 17 av størvunum er umsóknarfreistin ikki farin.

Fyri tey 10 størvini, har umsóknarfreistin er farin, er støðan, at í einum av størvunum er setanartilgongdin ikki liðug.

Fyri tvey av størvunum er lýsingin tikin aftur, tí umstøður eru broyttar. Fyri tvey av størvunum eru skikkaðir umsøkjarar settir í starv.

Og til fimm av størvunum kom eingin umsókn.

Tað upplýsir Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, í svari til Beintu Løwe Jacobsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, sum hevur spurt um starvsfólkatrotið í Almannaverkinum.

90 lýsingar um 175 størv

Seinna hálvár í fjør hevði Almannaverkið 90 lýsingar við 175 støvum, og av hesum var helvtin av størvunum sett.

Beinta Løwe spurdi, hvussu stórur metti tøvurin á starvsfólki er næstu árini. 

Landsstýrismaðurin svarar, at um virksemið á Almannaverkinum heldur fram sum nú, og við sama vøkstri í tørvi á tænastum, verður mett, at tørvur verður á 60-80 nýggjum starvsfólkum um árið komandi árini.

50 starvsfólk um árið

Almannaverkið veksur við 50 starvsfólkum um árið vísa miðaltøk seinastu fimm árini. Harafturat fara 20 - 30 starvsfólk frá fyri aldur um árið.

Tørvur er serliga á útbúnum starvsfólkum á øllum økjum hjá Almannaverkinum, eitt nú námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, sjúkrarøktarum, ergo- og fysioterapeutum og sosialráðgevum, sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður, í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756