Halda seg vita, hvør avdúkaði Onnu Frank

Halda seg vita, hvør avdúkaði Onnu Frank
Granskarar hava í fleiri ár granskað skjøl, og teir halda seg nú hava loyst málið
Anna Frank doyði í eini nazistiskari týningarlegu í 1945, tá hon var 15 ára gomul.
 
18.01.2022 - 09:08

Granskarar halda seg nú hava avdúkað, hvør tað var, sum segði nazistunum frá, hvar gentan, Anna Frank, og aðrir jødar krógvaðu seg fyri nazistunum, skrivar DR.

Altjóða granskarar hava í fleiri ár granskað skjøl, fyri at fáa greiði á tí, sum hendi, og teir halda seg nú hava loyst málið.

Teirra meting er, at advokaturin, Arnold van den Bergh, avdúkaði fyri nazistunum, hvar Anna Frank og hini fjaldu seg.

Var sjálvur jødi

Van den Bergh var sjálvur jødi, og avdúkaði eftir øllum at døma hini, fyri at verja sína egnu familju.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar, m.a. BBC.

Anna Frank doyði í eini nazistiskari týningarlegu í 1945, tá hon var 15 ára gomul.

Dagbókin, sum hon skrivaði, var almannakunngjørd eftir deyða hennara, og er ein av kendastu bókunum, sum lýsir lívið hjá jødum undir krígnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375