Rudy Giuliani í rættin

Rudy Giuliani í rættin
Ein nevnd vil hava skjøl og vitnisfrágreiðing frá fyrrverandi borgarstjóranum í New York um skuldsetingar hja Donald Trump um valsvik
Rudy Giuliani er fyrrverandi borgarstjóri í New York.
 
19.01.2022 - 11:24

6. januar-nevndin, sum kannar álopið á amerikonsku kongressina 6. januar í fjør, hevur stevnt fyrrverandi borgarstjóranum í New York og ráðgeva hjá Trump,  Rudy Giuliani.

Umframt Giuliani eru Jenna Ellis, Sidney Powell og Boris Epshteyn stevnd.

Øll fýra eru advokatar og vóru verjar hjá Trump, og settu fram falskar skuldsetingar um valsvik í sambandi við forsetavalið í 2020.

"Tey fýra, sum er stevnd, settu fram ógrundaðar teoriir um samansvørjing og valsvik, royndu at broyta valúrslitið, ella vóru í beinleiðis sambandi við fyrrverandi forsetan í eini roynd at steðga uppteljingini av valfólkum", stendur í fráboðan frá demokratiska kongressliminum, Bennie Thompson, sum er formaður í kanningarnevndini.

Nevndin vil hava skjøl og vitnisfrágreiðing frá Giuliani um hansara leiklut í at føra fram skuldsetingar hjá Trump um valsvik, og eisini kunning um royndirnar hjá Guiliani, har hann skal hava roynt at sannføra tænastufólk í umsitingini um at royna at broyta valúrlit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847