Koronutíttleiki: Føroyar eru nummar 11

Koronutíttleiki: Føroyar eru nummar 11
Vit eru nummar 135 á listanum yvir deyðstíttleika við 305 fyri hvørja millión, vísa nýggj hagtøl
Danmark er nummar 23 í koronutíttleika við 210.000 tilburðum fyri hvørja millión, men Føroyar liggja nakað hægri við 243.000 fyri hvørja millión.
 
21.01.2022 - 09:30

Føroyar eru millum tey lond í heiminum, sum hava flestar koronutilburðir samanborið við fólkatalið.

Føroyar eru nummar 11 á listanum, tá ið ræður um koronutíttleika fyri hvørja millión íbúgvar, sambært yvirlitinum hjá "Worldometer".

"Worldometer" er ein heimasíða við beinleiðis dagføringum av hagtølum av øllum handa slag, og heimasíðan hevur ført hagtøl yvir koronu síðani 2020. 

Sambært yvirlitinum er Danmark nummar 23 í koronutíttleika við 210.000 tilburðum fyri hvørja millión, men Føroyar liggja nakað hægri við 243.000 fyri hvørja millión.

Kortini er deyðstíttleikin, sum hevur samband við koronu, tvær ferðir størri í Danmark enn í Føroyum. 

Føroyar eru nummar 135 á listanum yvir deyðstíttleika við 305 fyri hvørja millión.

Til samanberingar er Danmark nummar 111 við 610 deyðum fyri hvørja millión íbúgvar.

Orsøkin er, at vit megnaðu at halda sjúkuni burtur,  tá eingin verja var fyri covid-10, sigur Pál Weihe, professari í fólkaheilsu.

Hoyr Pál Weihe her:

1503743

Sambært "Worldometer" eru vit tað landið, sum hevur gjørt triðflestar koronukanningar sammett við fólkatalið. Danmark liggur ovast, og hevur sambært yvirlitinum heimsmet í at taka koronuroyndir - í miðal 19 royndir fyri hvønn dana.

Føroyingar liggja nummar trý á listanum við 14 royndum í miðal fyri hvønn íbúgva. 

Føroyar eru tað landið, sum hevur gjørt triðflestar koronukanningar sammett við fólkatalið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533