Nú verða koronuátøkini tikin av

Nú verða koronuátøkini tikin av
Løgmaður sigur, at nú nærkast ein vanligur gerandisdagur, hóast vit framvegis hava koronu
Løgmaður ger seg til reiðar til tíðindafundin fyrrapartin. Nú verða koronuátøkini tikin av í stigum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.01.2022 - 11:56

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði á tíðindafundi fyrrapartin, at nú verða koronutøkini tikin av.

Hetta verður gjørt trimum stigum.

28 februar væntar løgmaður, at allar koronuavmarkingar verða tiknar av, men hetta er treytað av at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti, og aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi.

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar.

 

Ætlanin er gjørd í samráð við farsóttarnevndina og heilsumyndugleikan, og hon byggir á hesi stig:

 

Í dag:

  • Savningarmarkið er framvegis 100 fólk, men har umstøðurnar loyva tí, kunnu fleiri enn 100 fólk savnast.
  • Fyrireikarar kunnu venda sær til koronaráðgevingina fyri at fáa nærri vegleiðing. Teldupost: corona@arb.fo
     

1. februar:

  • Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vant.
  • Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at fólk sum eru koppsett skulu ikki í sóttarhald, um tey hava havt “tætt samband” við ein smittaðan.
  • Mannagongdin í samband við koronakanningar verður broytt. Tey sum skulu kanna seg fyri korona, gera hetta við eini skundkanning.
  • PCR kanningar skulu 1. februar bert nýtast til:
    • Fólk við sjúkueyðkenni
    • Tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað. Tað vil siga húskið.
    • Fólk sum hava fingið positiva skundkanning.
       

15. februar:

  • Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at bert tey sum eru smittað, sum skulu í sóttarhald.
    Tað vil siga fólk, sum hava eina positiva skundkanning ella positiva PCR kanning.
     

28. februar:

  • Allar koronaavmarkingar verða tiknar av.
    Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi.

 

Løgmaður sigur:

“Eg gleðist um, at vit í dag kunnu leggja eina ætlan fram um, hvussu vit taka seinastu stigini móti vanliga gerandisdegnum. Eg veit, at hetta kann tykjast djarvt. Eg eri eisini fullgreiður um, at støðan lættliga kann broytast. Men eg haldi, at tað er týdningarmikið, at fólk vita, at vit ætla okkum aftur til ein vanligan gerandisdag." 

 

Hoyr innslag við Bárði á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum her:

1503882

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870