Nýggjur havnarmeistari í Havn

Nýggjur havnarmeistari í Havn
Andrias Vang tekur við starvinum 1. mars
Andrias Vang er nýggjur havnarmeistari í Havn.
 
24.01.2022 - 13:37

Andrias Vang er settur í starv sum havnarmeistari í Tórshavnar havn. Hann avloysir Jónsvein Lamhauge og byrjar í starvinum tann 1. mars. 

Andrias Vang, sum er ættaður Kaldbak, er 51 ára gamal. Hann var fyrst útbúgvin snikkari og síðani skipsførari hjá A.P. Møller.

Hann hevur starvast sum yvirmaður hjá Maersk í sjey ár. Hann starvaðist eisini í 10 ár hjá Maersk Broker Agency, fyrst sum skipsmeklari og síðani sum leiðari.

Í 2014 fór Andrias Vang til Siemens Gamesa, har hann er deildarleiðari og arbeiðir við at seta vindmyllur upp í víðum havi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454