Radarin aftur til viðgerðar í dag

Radarin aftur til viðgerðar í dag
Uttanlandsnevndin hevur fund seinnapartin
Eftirlitsradarin, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli, er aftur á skránni í Uttanlandsnevndini í dag.
 
24.01.2022 - 14:34

Uttanlandsnevndin í løgtinginum kemur saman í dag klokkan 15.

Nevndin skal millum annað viðgera ætlaða radaran á Sornfelli.

Onki er avgjørt, nær nevndin skal geva Jenisi av Rana, landstýrismanni í uttanríkismálum, svar um radaran, men greitt er, at tað neyvan verður eitt eintýtt svar.

 

Skriva ikki tilmæli

Uttanlandsnevndin skrivar ikki tilmæli, men landstýrismaðurin ráðførir seg við nevndina. Hann skal tó ikki fylgja teimum ráðum, hann fær í nevndini.

Fundurin í Uttanlandsnevndini í dag verður tann fyrsti, síðani Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard fóru úr landstýrinum og aftur í tingið. 

Tey bæði tóku sessirnar í uttanlandsnevndini, sum Annika Olsen og Brandur Sandoy høvdu frammanundan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237