Forskúli í Eysturskúlanum eftir summarfrítíðina

Forskúli í Eysturskúlanum eftir summarfrítíðina
Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið
Endamálið við at at stovna forskúla í Eysturskúlanum er at bjóða eitt fullfíggjað og samanhangandi innskúlingartilboð frá tí ári, børnini eru 6 ára gomul, til tey eru liðug í 1. flokki, sigur Tórshavnar kommuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.01.2022 - 09:29

Ætlanin er at skipa forskúla í Eysturskúlanum í Havn at byrja eftir summarfrítíðina.

Trivnaðarnevndin og mentamálanevndin í kommununi hava einmælt tikið undir við uppskotinum um at skipa forskúla í Eysturskúlanum, og á býráðsfundi hóskvøldið verður málið lagt til endaliga støðutakan. 

Um býráðið tekur undir við ætlanini, verður umsóknin um forskúla í Eysturskúlanum latin Uttanríkis- og mentamálaráðnum til endaliga góðkenning.

Fýra forskúlar í kommununi

Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið við at at stovna forskúla í Eysturskúlanum er at bjóða eitt fullfíggjað og samanhangandi innskúlingartilboð frá tí ári, børnini eru 6 ára gomul, til tey eru liðug í 1. flokki.

Fýra forskúlar eru í Tórshavnar kommunu. Teir eru í Sankta Frans skúla, í Skúlanum á Argjahamri, í Skúlanum á Fløtum og í Lítlaskúla, sum er ein frískúli.

Haraftrat eru forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy og í Kaldbak. Tey eru skipað í samstarvi millum dagstovn og skúla. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037