Fýra landsstýrismenn á fund um landsroknskapin

Fýra landsstýrismenn á fund um landsroknskapin
Landsverk og Strandfaraskip landsins hava eisini fingið fundarboð frá Fíggjarnevndini í dag
Erhard Joensen er formaður í Fíggjarnevndini, sum viðger landsroknskapin fyri 2020 í løtuni. Nevndin hevur freist til 31. januar at leggja álit fram.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.01.2022 - 09:08

Fýra landsstýrismenn hava fingið fundarboð frá Fíggjarnevndini fyrrapartin.

Fíggjarnevndin skal viðgera uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2020.

Løgtingsgrannskoðarnir eiga uppskotið.

Mælt verður til at góðkenna landsroknskapin við teimum nógvu viðmerkingum, átalum og áheitanum um at fáa viðurskifti í rættlag, sum Landsgrannskoðanin, privatir grannskoðarar og løgtingsgrannskoðararnir vísa á.

Ikki fullfíggjaður

Løgtingsgrannskoðararnir leggja serligan dent á, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, millum annað tí, at nakrir stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlógini, landsroknskapinum ella í fíggjarstøðuni, og at tølini í nógvum roknskapum samsvara ikki við landsroknskapin.

Landsstýrismenninir í fíggjarmálum, heilsumálum, umhvørvis- og vinnumálum og uttanríkis- og mentamálum hava fingið fundarboð frá Fíggjarnevndini.

Landsverk og Strandfaraskip landsins hava eisini fingið fundarboð frá Fíggjarnevndini í dag.  

Fíggjarnevndin hevur havt uppskotið um landsroknskapin síðani 30.november.

Nevndin hevur biðið um og fingið freist til 31.januar at koma við áliti. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026