Tonga-jarðskjálvtin fleiri hundrað ferðir sterkari enn Hiroshima

Tonga-jarðskjálvtin fleiri hundrað ferðir sterkari enn Hiroshima
Spreingingin í sambandi við jarðskjálvtan á Tonga var so sterk, at hon svaraði til millum fýra og 18 megatons av spreingievninum, TNT
Jarðskjálvtin og flóðaldan gjørdu stóran skaða á Tonga
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
28.01.2022 - 07:32

​Jarðskjálvtin og gosspreingingin við oyggjabólkin Tonga í Kyrrahavinum, var so sterk, at talan var um eina megi, sum var fleiri hundrað ferðir sterkari enn kjarnorkubumban, sum varð slept yvir Hiroshima í 1945.

Tað upplýsir NASA Earth Observatory, sambært Videnskab. dk.

Tað er granskarin hjá NASA, Jim Garvin, og onnur saman við honum, sum eru komin til niðurstøðuna.

 

Fylgt Tonga síðani 2015

Teir hava fylgt gongdini á Tonga síðani í 2015, tá eitt eldgos fekk tvær oyggjar at renna saman.

Tað var sama gosið sum sprongdist herfyri. Og spreingin var so sterk, at hon svaraði til millum 4 og 18 megatons av spreingievninum, TNT.

Bumban sum varð slept yvir Hiroshima, var 15 kilotons av TNT, upplýsa granskararnir.

At granskararnir hava fylgt gongdini í Tonga síðani í 2015, gevur teimum møguleikar at gera útrokningarnar sum eru gjørdar, við hjálp frá radaraeftirliti hjá fleiri londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373