Vil hava tvær mió. kr. í endurgjaldi til Húsavíkar kommunu

Vil hava tvær mió. kr. í endurgjaldi til Húsavíkar kommunu
Grimdarregn 30.desember í fjør skaddi lendi og ognir hjá kommununi
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, eigur uppskotið um eykajáttanarlóg um endurgjald til Húsavíkar kommunu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.02.2022 - 08:51

Løgtingið fer í dag viðgera uppskot um eykajáttanarlóg frá Pálli á Reynatúgvu um tvær milliónir krónur í endurgjaldi til Húsavíkar kommunu.

Grimdarregn 30.desember í fjør skaddi lendi og ognir hjá Húsavíkar kommunu.  

Hetta var aðru ferð í fjør, at veðrið gjørdi skaða í Húsavíkar kommunu.

Páll á Reynatúgvu sigur, at yvirskipað mugu hesi viðurskifi skipast við lóg um samstarv millum land, kommunur og møguliga eisini tryggingarfeløg.

- Vit eiga at hava eina fíggjarliga tilbúgving, sum loftar støðum sum hesari í Húsavíkar kommunu, sigur Páll á Reynatúgvu.

Munnligir fyrispurningar, teir fyrstu í ár, eru eisini í løgtinginum í dag.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV