El-framleiðslan vaksin 54 prosent seinastu 10 árini

El-framleiðslan vaksin 54 prosent seinastu 10 árini
Tørvurin hjá føroyingum eftir ravnmagni er vaksin so nógv, at el-framleiðslan hjá SEV er vaksin við heili 54 prosentum seinastu tíggju árini
Tørvurin á ravnmagni veksur skjótari enn útbyggingin av grønari orku
Mynd: Pól Sundskarð  
 
07.02.2022 - 17:21

Føroyska elframleiðslan er vaksin 54 prosentum seinastu tíggju árini.

Frá 274 gigawatttímum í 2011 til 422 gigawatttímar í 2021.

Í 2021 var oljunýtslan til el-framleiðslu 54.000 tons, sum kostaðu SEV 181 milliónir krónur.

 

Stór sveiggj í vatnorkuni

Framleiðslan úr vatnorku hevur sveiggjað millum 93 gigawatttímar og 134 gigawatttímar og hevur í miðal verið 107 gigawatttímar.

Ongin útbygging av vatnorku hevur verið hesi árini, og avfalsnøgdirnar eru ymiskar frá ári til ár.

Vindorkan hevur givið størri íkast so hvørt sum nýggjar vindmyllur eru settar upp. 

Í 2021 vóru samanlagt 25 megawatt í rakstri, og framleiddu vindmyllurnar 52,5 gigawatttímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Fríggjadag 20. mars
RagnarRokk: Morean um Bach Out of Bounds
205911
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875