Springaradrápið er klárt til politiska viðgerð

Springaradrápið er klárt til politiska viðgerð
Spurningurin um føroyingar skulu halda fram við springaradrápi í verandi líki er nú klárur til politiska viðgerð og verður lagt fyri landsstýrið týsdagin, sigur løgmaður
Kjakið um springaradráp var í hæddini í september, tá 1500 springarar løgdu beinini í Skálafirði. Nú mælir Havnbúnaðarfelagið til at gevast við at halda springarum til
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.02.2022 - 12:13

Spurningurin um, hvørt føroyingar framhaldandi skulu drepa springarar var evni í Breddanum fyrrapartin. 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaðurin, fer at leggja spurningin um springaradrápið fyri landsstýrið týsdagin. 

Bardur_1b

Tað var í kjalarvørrinum av springaradrápinum í Skálafirði 12. september í summar, har 1423 springarar gjørdu landgongd, at løgmaður lovaði at endurskoða grindalógina fyri at taka støðu til, um vit framvegis skulu drepa springarar. 

20210912_SPRINGARADRAAPID_OYLEGGUR_OKKARA_UMDOEMI

Tað var í september, men málið kyknaði aftur í gjár, tá Havbúnaðarfelagið í fráboðan mæltu landsstýrinum til at seta forboð fyri tí, sum teir kalla delfindráp.

Við útvarpstíðindini segði Regin á Bakka, stjóri í Bakkafrost og nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnum, at springaradráp er ein tann størsta hóttanin móti føroyskum útflutningi. 

Regin_a_Bakka_1

Løgmaður vil ikki upplýsa, um hann fer at fylgja tilmælinum hjá Havbúnaðarfelagnum, men staðfestir, at vit mugu taka hædd fyri, at Føroyar er ein partur av einum størri heimssamfelagi. 

Bardur_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891