Ukraina: Russiskir hermenn taka seg aftur

Ukraina: Russiskir hermenn taka seg aftur
Myndugleikarnir í Russlandi hava víst aftur, at ætlanin er at leypa á, men at talan er um hernaðarvenjing
Russiskar herdeildir á markinum millum Russland og Ukraina eru farnar at taka seg aftur, siga russiskir myndugleikar.
Mynd: AP  
 
15.02.2022 - 12:54

Russiskir miðal skriva fyrrapartin, at russiska verjumálaráðið hevur givið hermonnum, sum hava verið við markið til Ukraina, boð um at venda aftur til herstøðir sínar.

Hermenninir hava gjørt sína skyldu, stendur í boðunum, skrivar NTB.

Russland hevur havt nógv herfólk við markið til Ukraina, og bæði USA og fleiri lond í vesturheiminum hava tulkað russisku framferðina sum eina ætlan at leypa á Ukraina.

Myndugleikarnir í Russlandi hava víst aftur, at ætlanin er at leypa á, men at talan er um hernaðarvenjing.

Eygleiðarar hava sagt, at russiska framferðin skal fáa vesturheimin at ansa eftir, og ikki ota seg eystureftir, fyri at fáa ræðið á londum, sum fyrr vóru saman við Sovjetsamveldinum.

Russland sigur einki um, hvussu nógv herfólk verða tikin aftur, men sagt verður, at útgerð verður sett í jarnbreytarvognar, og flutt aftur til herstøðirnar.

 

Gera ikki innrás

Russiski sendiharrin í ES, Vladimir Tsjizjov, sigur, at Russland fer ikki at gera innrás í Ukraina, um landið ikki verður noytt til tað.

- Skuldi tað hent, at Ukraina fer at gera seg inn á Russland, so fara vit at svara aftur, sigur russiski sendiharrin.

Og tað sama er galdandi, um ukrainar fara at gera seg inn á russiskar ríkisborgarar í Danbas-landspartinum í Eysturukraina, segði hann.

Har hava fólk, sum halda við Russlandi, havt valdið í nøkur ár.

 

Norðurlond eisini tilbúgvin

USA vil vera við, at Russland arbeiðir fyri at fáa Ukraina at leypa framav, so landið kann gera innrás, skrivar NTB.

Hóast Russland hevur boðað frá, at landið er farið at taka herfólk aftur, so heldur vesturheimurin ikki, at kreppan er av.

Norðurlond eru eisini tilbúgvin.

M.a. hevur Svøríki sent herfólk til Gotlands, Danmark hevur savnað 700-800 hermenn í Slagelse, og Noreg sendir nú í fyrstu atløgu 50-60 hermenn til Litava.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918